Innanlands

ArtiCon skipaði fyri lærlingadegi

Árligi lærlingadagurin hjá Articon hevur til endamáls at menna lærlingarnar bæði persónliga og fakliga. í ár var evnið arbeiðsgleði.

Mynd: ArtiCon

Mynd: ArtiCon

2019-09-03 07:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin hittust allir lærlingar og meistarar í ArtiCon í Pakkhúsinum í Bø til árliga lærlingadagin, har evnið hesuferð var arbeiðsgleði.

Niclas Heri Jákupsson luttók við ymiskum uppleggum, har hann setti fokus á arbeiðsgleðina. Fokus var eisini sett á trygdina hjá lærlingunum.

Endamálið við lærlingadegnum er at menna lærlingarnar bæði persónliga og fakliga. Høvi var eisini at práta nógv saman um læruna og týdningin av at trívast í lærutíðini.

Lærlingadagur er fastur táttur á hvørjum ári hjá ArtiCon, sum í løtuni hevur gott 30 lærlingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder