Innanlands

Ása Bech nýggjur dagstovnaleiðari í Vági

Hon byrjar í starvinum 1. september

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2026-07-24 09:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vágs kommuna hevur sett Ásu Bech í starv sum dagstovnaleiðara. Hon byrjar í starvinum 1. september.

Ása Bech er 40 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon kemur úr starvi hjá Almannaverkinum, har hon hevur starvast sum námsfrøðingur seinastu seks árini.

Áðrenn tað arbeiddi hon sum námsfrøðiligur stuðul hjá Barnaverndartænastuni og sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu.

Umframt tað, røkir Ása Bch eisini bygdaráðssess í Porkeri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder