Mentan

Ásbjørn Berthelsen nýggjur musikkskúlaleiðari fyri Stranda Musikkskúla

Ásbjørn tekur yvir sum musikkskúlaleiðari eftir Petur Jákupsson, sum gavst sum leiðari í 2020

2022-07-21 15:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjóvar kommuna hevur sett Ásbjørn Berthelsen í starv sum musikkskúlaleiðari fyri Stranda Musikkskúla.

Ásbjørn er 46 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla og hevur starvast sum lærari flestu árini síðani. Seinastu tvey árini hevur hann tikið tónleikaútbúgvingina "Master in Innovative Choir Leading" á Royal Academy of Music Denmark í Aalborg, har hann fekk prógvið í summar.

Ásbjørn hevur drúgvar royndir innan samskipan og umsiting. Innan tónleikaheimin kenna vit hann einabest sum kórleiðara í gospelkórinum VOX. Tó so hevur kórleiðarin fleiri aðrar tónlistaligar varðar at vísa á. Harumframt er hann eisini kendur innan undirhaldsvinnuna, har hann javnan upptraðkar og skemtar fyri bæði børnum og vaksnum. 

Musikkleiðarastarvið er eitt kvarttíðarstarv. Hetta má sigast at verða stór uppraðfesting av hesum starvi, samanborið við tað, sum var frammanundan. Við høgu raðfestingini er hetta eitt sannførandi tekin frá kommununi, at hon ynskir at stuðla arbeiðnum at ríka um tónleikaravirksemið í økinum, har musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónlistaligu evnini hjá ungu spírum okkara. Ásbjørn tekur yvir sum musikkskúlaleiðari eftir Petur Jákupsson, sum gavst sum leiðari í 2020.

Í Stranda Musikkskúla ganga áleið 40 næmingar. Undirvíst verður í ljóðførunum: Klaver, gittar, slagljóðføri, tvørfloytu og klarinet.

Ásbjørn tekur við starvinum 1. august 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder