Kórsangurin hevur ein stóran og savnandi leiklut í ólavsøkuhaldinum. Í næstan 100 ár hevur kórsangur verið tætt knýttur at tjóðarhátíðini.
Soleiðis verður eisini í ár, tá Kórsamband Føroya skipar fyri stóra ólavsøkukórinum, sum framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Havnar kirkju.
Tað hevur Kórsambandið staðfest í skrivi í dag, har tað verður almannakunngjørt, hvør skal sjórna stóra kórinum.
Siður er, at skiftandi kórleiðarar stjórna kórinum, og í 2026 verður tað Ásbjørn Berthelsen av Strondum, sum fer at stjórna ólavsøkukórinum.
- Ásbjørn er virkin kórleiðari og hevur til dagligt heili trý kór um hendi; Xperiment,
kvinnukórið Fljóðljóð og Stranda sangkór. Hetta er fyrstu ferð, at Ásbjørn stjórnar stóra kórinum á ólavsøku, skrivar Kórsamband Føroya.
Boðað verður eisini frá, at allir Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í kórinum, sum fer at hava fýra venjingar í seinnu helvt av juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald