Føroya Pedagogfelag heitir á politisku flokkarnar um, at raðfesta eina lógarbroyting í dagstovnalógini soleiðis, at børn á dagstovnum verða tryggjað eitt minstamark av tímum. Hetta skal tryggja eina gjøgnumskygda skipan, har námsfrøðiliga góðskan og umsorganin fyri barninum, ikki kann verða niðurraðfest. Fíggjarjáttan til leiðslu, vikarar, reingerð og líknandi eigur ikki at ávirka tímajáttanina til børnini.
Føroya Pedagogfelag hevur snikkað eina lógarbroyting til, ið er klár hjá politiskum flokkum, at hava við í Løgtingið, aftaná Løgtingsvalið. Í stuttum tekur lógarbroytingingin seg soleiðis út.
Eftir § 8. stk. 4 verður nýtt stk. 5.
a. Fyri hvørji trý børn, undir trý ár, skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna.
b. Fyri hvørji seks børn, eldri enn trý ár, skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna.
c. Um stovnarnir hava longri opið enn 40 tímarnar um vikuna, eiga børnini at fáa hægri tímatal játtað í mun til meirtíðina. Um stovnurin hevur opið minni enn 40 tímar, kann brøkurin lagast eftir tí.
d. Tímar til leiðslu, avloysarar, viðlíkahald, matgerð og reingerð skulu leggjast afturat omanfyri nevndu starvsfólkatímum.
Pedagogfelagið skal undirstrika, at hesi tøl eru hugsað sum minstamark í lógini. Omaná hetta minstamark, kunnu kommunur velja at raðfesta hægri normering og góðsku.
Pedagogfelagið hevur, farnu vikurnar, varpað ljós á truplu umstøðurnar hjá starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Føroya Pedagogfelag vil hava, at almennu myndugleikarnir taka støðuna í størri álvara.
Vit sakna eina heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið. Hvussu fáa vit fleiri starvsfólk inn á økið? Hvussu tryggja vit betri arbeiðsumhvørvi? Hvussu tryggja vit børnunum eitt minstamark av vaksnum fólki at verða saman við teimum?
Nú mugu politikarar vakna, og tryggja børnunum góðar umstøður – tað er tað, ið tit eru valdir til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald