Innanlands

Asfaltera rundkoyringina við Sjógv

Arbeiðið byrjar í dag og verður væntandi liðugt seinni í vikuni

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2020-10-05 11:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag, 5. oktober, verður farið undir arbeiðið at asfaltera rundkoyringina við Sjógv og vegirnar inn til sjálva rundkoyringina.

Hetta arbeiðið kemur at ávirka ferðsluna eftir Strandavegnum soleiðis:

Ljóskurvar koma at stýra ferðsluni millum kl. 08.30 - 17.00.

Nøkur kvøld verður rundkoyringin stongd millum kl. 17.00 - 22.00. Hesi kvøld verður lætta ferðslan leidd eftir Sjóvarvegnum, og tunga ferðslan má bíða til opið verður aftur kl. 22.00.

Væntandi verður arbeiðið at asfaltera rundkoyringina liðugt seinast í hesi vikuni.

– Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder