⁃ Kundar standa og bíða til asfaltfyritøkurnar koma at leggja asfalt á. Vegir eru uppfresaðir, planeraðir og ferðslan verður nógv tarnað av vegarbeiðum, men einki asfalt kemur á. Veðrið hevur verið fantastiskt í summar, eitt tað besta asfaltveðrið ein kundi ynskt sær, men einki asfalt kemur á vegirnar. Orsøkin er einføld: asfaltfyritøkurnar fáa einki asfalt.
Soleiðis siga tríggjar tær stóru asfaltfyritøkurnar í skrivi.
⁃ Kundar, skattaborgarar og arbeiðstakarar skilja einki, summir hótta við, at fáa aðrar inn at asfaltera, tí tað blívur ikki liðugt. Men tað kann gera tað sama, tí eingin fær nakað asfalt.
Sambært asfaltyfyritøkunum er arbeiði teirra ofta blivið nógv seinkað, antin tí at einki asfalt fæst ella er nógv seinkað orsakað av tekniskum trupulleikum, og orsakað av einum arbeiðsóhappi er fyribils heldur einki virksemi á asfaltverkinum á Sundi.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum er í ferð við at kanna umstøðurnar á asfaltverkinum, hevur givið Landsverk nýtslubann fyri anleggið.
⁃ Vit gjørdust varug við nøkur viðurskifti við anleggið, sum vit hildu vóru egnaði til at seta spurnartekin við, hvussu trygt tað var at reka. Eftirfylgjandi góvu vit Landsverk nýtslubann fyri anleggið. Og áðrenn nýtslubannið kann takast av aftur, hava vit álagt Landsverk at gjørt eina tøkniliga greining av anlegginum, har serligt atlit verður tikið til arbeiðsumhvørvi. Greiningin skal taka støðu til, hvørt anleggið kann rekast trygt, og hvørjar broytingar eventuelt skulu til, fyri at tað kann gerast trygt, segði Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við Útvarpið í vikuni.
Kanningararbeiðið verður væntandi liðugt um ein mánað.
Asfaltfyritøkurnar eru undir stórum trýsti, av tí at tað er sera torført at gera avtalur við kundar um tíðarætlan, tí at asfaltveitingin er so ómetaliga óviss.
⁃ Ferð eftir ferð mugu vit sum asfaltera gera nýggjar avtalur við kundan, og okkara tíðarætlan hevur ongan livandi kjans at halda, siga fyrtøkurnar, sum vísa á, at heystið nú stendur fyri durum. Tað er ein tíð, sum er sera ring at planleggja eftir, tí at veðrið er so svikaligt.
Er veðrið vánaligt, verður asfaltarbeiðið eisini vánaligt og møguliga til eina reklamatión.
Tørvur á bitumen
Í summar, tá asfalt hásesongin var uppá tað størsta, bleiv eisini tómt fyri bitumen, sum verður brúkt í asfaltframleiðslu. Hetta hevði við sær, at asfaltfyritøkurnar bert fingu ein brotpart av tí, sum tær høvdu biðið um.
Ein av asfaltyfyritøkunum fekk í summar 4.764 tons av asfalti samanborið við 11.420 tons í fjør summar.
Feløg, sum standa og bíða eftir teimum eru m.a. Articon, Luna, Vága floghavn, Glasir, og Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald