2019-10-14 15:32
Síðan eitt arbeiðsóhapp var á asfaltverkinum á Sundi 23. august, hevur verkið verið stongt, og nú er greitt, at tað ikki letur upp aftur.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið gav Landsverk, ið eigur asfaltverkið, nýtslubann, meðan málið varð kannað, og niðurstøðan er nú, at verkið er í so ringum standi, at tað ikki kann lata upp aftur.
Heðin Poulsen, leiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverki sigur við Kringvarpið, at eitt nýtt asfaltverk møguliga verður bygt á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald