Innanlands

Asfaltverkið fer at kosta 14 milliónir afturat

Fyrrverandi stjórin helt ikki at átrokandi íløgur upp á 14 milliónir krónur skuldu upplýsast fyri Samferðslumálaráðnum. Higartil hevur asfaltverkið kostað skattgjaldaranum góðar 33 milliónir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-29 13:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2018 lat Landsverk eina støðulýsing um alt sítt virksemi til Samferðslumálaráðið.

Ein partur av upprunaligu støðulýsingini var um asfaltverkið á Sundi. Har stóð millum annað at blanditorn og eitt filtur skuldu skiftast. Hetta var átrokandi og fór at kosta 14 milliónir krónur.

Kringvarpið hevur fingið innlit í ein teldupost frá 2018, har fyrrverandi stjórin í Landsverki, Ewald Kjølbro heitir á eitt starvsfólk í umsitingini hjá Landsverki um at taka støðuna um asfaltverkið á Sundi burturúr.

- Tit hava tikið støðuna viðvíkjandi okkara leigumál á Sundi við. Tað gevur ikki meining at hava hetta við í frágreiðingini, tí talan er um eitt vanligt leigumál. Hetta má tí takast burturúr frágreiðingini. Lýsingin kann brúkast seinni tá støða skal takast tul møguligt keyp/yvirtøku í 2021, skrivar fyrrverandi stjórin í Landsverki.

- Um tit taka Sund burtur úr er hetta ein væl úr hondum greidd frágreiðing, skrivar Ewald Kjølbro.

Landsverk hevði tá ikki keypt verkið, men í avtaluni við fyrrverandi eigararnar av asfaltverkinum stóð, at Landsverk skuldi taka sær av øllum viðlíkahaldi.

Umvælingarnar fyri tær 14 milliónirnar eru ikki gjørdar enn, og skulu helst til, um asfaltverkið á Sundi skal lata uppaftur.

Landsverk hevur higartil brúkt í alt 33,4 milliónir krónur uppá asfaltverkið, sum í løtuni ikki kann brúkast.

Sí eisini: Myndir: Nógv umrødda asfaltverkið á Sundi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder