Innanlands

Ash Olsen á G!

Hon er 24-ára gomul, kemur úr Noreg, rappar fyri tað mesta og er á veg fram. - G! hevur øll árini lagt seg eftir at bjóða nøvn, ið eru á veg móti stjørnunum, og hetta er eitt dømi um júst hetta

Unga norsk kvinnan hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg í heimlandinum og aðrastaðni

Unga norsk kvinnan hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg í heimlandinum og aðrastaðni

2023-12-06 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í farnu viku varð Of Monsters And Men kunngjørt sum fyrsta navnið á G! 2024, og fyrrapartin hevur festivalurin kunngjørd næsta navnið til næsta ár.

Talan er Ash Olsen, sum verður lýst sum ein av bestu ungu rapparunum úr Norra.

- Hon hevur tikið bæði tónleikavinnu og áhoyrarar púrasta á bóli í heimlandinum. Lagið Kit Kat hevur verið vælfagnað á Tik Tok, og hevur samstundis fingið flog á dansigólvum kring alt Norra, og nú eisini í útvarpi og Spotify.

[object Object]
Mynd: G!

Ash Olsen er 24-ára gomul og hevur ein rímiliga eyðkendan stíl. Seinastu tíðina hevur hon fingið nógv góð ummæli, og umboð fyri G! hava sæð hana á palli fyri stuttum:

- Vit vóru so heppin at hoyra Ash Olsen framføra á Iceland Airwaves, har hon hevði eina heilt einastandandi, rúnarbindandi og orkumikla framførslu,

Hetta sigur Høgni Lisberg, tónleikastjóri, og vísir á, at har er breið semja um, at hetta er eitt listafólk, sum sær út til at fara at fáa sítt stóra altjóða gjøgnumbrot, áðrenn vit vita av.

- G! hevur øll árini lagt seg eftir at bjóða nøvn, ið eru á veg móti stjørnunum, og hetta er eitt dømi um júst hetta, verður staðfest í tíðindaskrivinum.

G! Festivalurin 2024 verður í Syðrugøtu 18.-20. juli 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder