Ásla Janfríð Joensen hevur lokið 4,5 ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Ásla hevur verið ávikavist hjá Kára Rasmussen, kommunulækna sála í Skálafjarðar læknadømi, hjá kommunulæknunum Signhild Petersen og Heina Harryson í Eiðis læknadømi og nú tað seinasta árið í viðtaluni hjá Turið Holm Johannessen, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 12 læknar undir útbúgving til kommunulækna.
Ásla er tann triði læknin, ið verður liðug í ár. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 29. februar 2024.
Kelda: Landssjúkrahúsið
Frá vinstru Tummas í Garði, varsstjóri, Steinar Eirikstoft, forstjóri, Ásla Janfríð Joensen, Turið Holm Johannesen, samskipari fyri útbúgvingina og Gunnvá Tuttesen, varastjóri (Mynd: ls.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald