Innanlands

Aslaug Christina Gisladóttir heldur flaggdagsrøðuna á Strondum

Flaggdagshaldið byrjar klokkan 17 mánadagin við skrúðgongu frá Sjóvarlon yvir til bygdarhúsið, har flaggrøða og sangur verða. Eftir hetta er millum annað bygdaquiz í bygdahúsinum.

Aslaug Christina Gisladóttir er nevndarforkvinna í Betri P/F

Aslaug Christina Gisladóttir er nevndarforkvinna í Betri P/F

2022-04-21 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 25. apríl verður skipað fyri flaggdagshaldi ymsastaðni kring landið - millum annað á Strondum.

Sjóvar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon klokkan 17.00.

[object Object]Røktarheimið ovarliga í bygdini

[object Object]
Bygdahúsið sæst til høgru á myndini (ta reyða) - 

Gingið verður yvir til bygdahúsið, ið er nær við, og har verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Aslaug Christina Gisladóttir flaggrøðuna.

Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum, skrivar sjovar.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder