2019-05-01 13:48
Stovnarin av WikiLeaks, Julian Assange, er dømdur 50 vikur fongsulsrevsing fyri at hava brotið reglarnar um kautión.
Dómarin í sakini segði at Assange nærkaðist fullu revsingini á eitt ár orsaka av hvussu álvarsamt hansara lógarbrot er.
Assange breyt reglarnar um kautión, tá hann í juni 2012 søkti sær friðskjól á sendistovuni hjá Ekvador í London. Assange var á sendistovuni í næstan sjey ár áðrenn hann tann 11. Apríl varð handtikin á sendistovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald