Stovnarin av WikiLeaks, Julian Assange, hevur brúk fyri privatlívið og tíð at koma seg eftir at hava sitið í fimm á í hátrygdarfongsli í Bretlandi.
Tað sigur kona hansara, Stella Assange, skrivar AFP tíðindastovan, eftir at Julian Assange fyrr í dag lendi í heimlandinum Avstralia.
- Eg biði tykkum vinarliga um at geva okkum pláss, geva okkum privatlív og lata okkara familju gerast ein familja aftur, áðrenn hann eftir egnum ynski einaferð fer at tosa við almenningin aftur, segði hon á einum tíðindafundi í Canberra.
Stella Assange (Mynd: EPA)
Flogfarið við Assange lendi í avstralska høvuðsstaðnum mikukvøld lokala tíð. Hetta var eftir at hann í einum amerikanskum rætti í Marianaoyggjum hevði játtað seg sekan í samansvørjing til tess at fáa fatur í og almannakunngera loyniløg skjøl frá amerikanska hervaldinum.
Assange kom til heimlandið 14 ár eftir at skjølini vórðu almannakunngjørd á WikiLeaks.
Julian Assange hevur gjørt eina avtalu við amerikanskar myndugleikar. Avtalan innibert, at fongsulsrevsingin, sum hann skuldi fáa, svarar til tíðina, sum hann longu hevur sitið í Belmarsh fongslinum í Bretlandi.
Harvið er hann nú ein frælsur maður í Avstralia, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald