Mentan

Ástarbragd - nýtt leikrit frá Fannir

Fannir hevur latið út 28. leikritið

2019-01-18 10:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Út er komið 28. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir.

Hetta 28. leikritið er ”ÁSTARBRAGD” – leikur við songum  í fýra pørtum, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði í 1928. Tvey heiti hava verið nýtt: ”Bertels gjenvordigheter” og ”Eld i hjartekrå”. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt, og bókin kom fyrstu ferð út í 1936. Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í Haldarsvík, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, á Tvøroyri, í Hvalba og Vági og seinast í Miðvági – tað var í 1990.

Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Tað er hann, sum setti løg til sangirnar í leikinum. Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 28 er 120 síður.

- Forlagið FANNIR

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder