Innanlands

AstraZeneca bíðar í tríggjar vikur afturat

Heilivágurin skal kannast til botns áðrenn vit taka hetta evnið í brúk aftur, sigur Søren Brostrøm, stjóri í Sundhedsstyrelsen

Søren Brostrøm (Savnsmynd)

Søren Brostrøm (Savnsmynd)

2021-03-25 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Donsku heilsumyndugleikarnir hava tikið avgerð um at leingja støðgin við at koppseta við AstraZeneca við trimum vikum.

Tað upplýsti stjórin á Sundhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, á tíðindafundi í dag.

Orsøkin er, at myndugleikarnir tørva longri tíð at kanna, um samband er millum heilivágin og blóðtøppar hjá fólki, ið eru koppsett, skrivar Ritzau.

Donsku heilsumyndugleikarnir støðgaðu fyri tveimum vikum síðani at koppseta við hesum heiliváginum, eftir fleiri fráboðanir í Evropa um blóðtøppar hjá fólki, sum høvdu fingið hesa koppsetingina.

Nú verður støðgurin galdandi fram til 18. apríl.

Higartil eru næstan 150.000 fólk í Danmark koppsett við AstraZeneca, upplýsir Statens Serum Institutt. Tað svarar til næstan fjórða hvønn av teimum, ið eru prikað fyrstu ferð, og bíða eftir aðru koppseting.

Leingingin merkir, at tey, sum eru prikað við hesum heiliváginum fyrstu ferð, ikki fáa boð um at verða endaliga koppsett eftir upprunaligu ætlanini.

Í Danmark eru staðfestir tveir tilburðir har persónar eftir koppsseting hava fingið ein blóðtøpp og eru deyð av tí.

Men tað er ikki prógvað, at samband var millum koppsetingina og blóðtøpparnar.

Europeiska heilivágsstýrið, EMA, sum hevur góðkent heilivágin, mælir nú evropeisku londunum at taka koppsetingina uppaftur.

Fleiri lond hava tikið koppsetingina uppaftur, eitt nú Italia, Frakland, Týskland og Finnland.

Søren Brostrøm ásannaði á tíðindafundinum, at danski hugburðurin kann tykjast “ovurvarin”, sammett við onnur lond.

- Men vit halda, at vit skulu kanna hetta betri, og vit hava í Danmark góðar møguleikar fyri at kanna henda heilivágin til botns, segði Søren Brostrøm.

Svøríki og Noreg eru eisini støðgað við at brúka henda koppsetingarheilivágin, skrivar Ritzau.

AstraZeneca hevur ikki verið brúkt til koppsetingar í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder