Mentan

Astri Luihn listprýtt nýggja musikkskúlan

Listaverkini, ið prýða Musikkskúlan við Landavegin í Havn taka støði í tónleiki og tónleikasøgu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-11-16 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Astri Luihn, listakvinna og tónlistafrøðingur, hevur listprýtt nýggja Musikkskúlan við Landavegin í Havn.

Sambært Tórshavnar kommunu er talan um fleiri spennandi listaverk, ið taka støði í tónleiki og tónleikasøgu.

Í Føroyum hevur kvøðing og kvæðaskriving staðið við gjøgnum miðøld og upp til okkara tíð. Tí eru myndir av fuglum eitt nú í økinum "í Gjónni", tí fuglamyndir eru ofta at síggja í kvæðunum. Brynhildartáttur er eisini umboðaður, tí ein mynd av Brynhild er at síggja.

Nýggjari tónleikur er eisini at finna í Gjónni, tí her sæst eisini føroysk tónlistasøga frá trúbótini til nútíðina. Her kunnu vitjandi eitt nú síggja málmbólkin Týr og brot úr sangi hjá Alex Bærendsen.

Á vindeygunum við høvuðsinngongdina og við bakinngongdina eru eisini listaverk umframt onnur støð í nýggja skúlanum til tónleikafrálæru.

[object Object]Mynd: Tórshavnar kommuna

Fleiri myndir av nýggja musikkskúlanum kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder