Innanlands

Astrid Joensen deildarleiðari á Vesturstovu og í Doktarahúsinum

Fuglfjarðarkvinnan tekur við farloyvisstarvi, sum er galdandi komandi góða árið, á búplássinum og fyri dagtilboðnum

Astrid hevur leisluútbúgving og hevur áður verið í farloyvisstarvi sum deildarleiðari, skriva kommunurnar (Mynd: eysturkommuna.fo)

Astrid hevur leisluútbúgving og hevur áður verið í farloyvisstarvi sum deildarleiðari, skriva kommunurnar (Mynd: eysturkommuna.fo)

2024-10-29 16:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú verandi deildarleiðari fer í farloyvi, verður Astrid Joensen deildarleiðari á Vesturstovu og í Doktarahúsinum komandi góða árið.

Hetta skriva Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna á heimasíðu sínum. Tey samstarva um Nánd, sum er Heimatænastan hjá kommununum.

Talan er um ávikavist búpláss og dagtilboð fyri fólk við minnissvinn í Fuglafirði.

[object Object]
Vesturstova (Mynd: fuglafjordur.fo)

Astrid er fuglfirðingur og hevur fleiri ára royndir sum heilsurøktari og demenssamkipari bæði í Doktarahúsinum og á Vesturstovu.

- Harumframt er Astrid trygdarumboð á Vesturstovu. Hon hevur leisluútbúgving og hevur áður verið í farloyvisstarvi sum deildarleiðari, skriva kommunurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder