Mentan

Asyllex við nýggjari rock-útgávu

Fløgan við heitinum ’Ephemeros’ kom út í dag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-18 17:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggja fløgan við suðuroyarbólkinum Asyllex er innspæld í upptøkuhølinum hjá Tróndi Enni á Tvøroyri og eisini partvíst heimanífrá í Famjin og Danmark.

Arvid Tjelta, sum ljóðblandaði síðstu fløguna hjá orkestrinum, hevur hjálpt til við upptøkuni hesaferð, og hevur eisini ljóðblandað.

Fløgan var tikin upp í fjør. Tónleikurin er eitt bland av fleiri undirgreinum í tungmálmsrokki, eitt nú symphonic, trash og doom, siga limirnir.

Tá fløgan varð skrivað vóru ongar reglur fyri hvusu tónleikurin skuldi ljóða, men heldur geva lurtarunum eitt varierað upplivilsi, men tó hava eina væl samansetta fløgu við tankavekjandi tekstum og samansettum tónleiki.

’Ephemeros’, sum beinleiðis umsett til enskt merkir ”short-lived”, lýsir tekst-innihaldið um lívið og deyða ígjøgnum ymiskar persónar og lagnur. Tónleikaliga er ynskið at fáa lurtaran ígjøgnum lívið til ultimativan endan.

Til symfonisku arrangementini fekk bólkurin Clemens Wijers at komponera. Til fløguhúsan fekk bólkurin viðurkenda Marcelo Vasco úr Brasil (sum millum hevur arbeitt við heimskenda bólkinum Slayer) til at endurskapa tekstin og konceptið á fløguna á eina flotta forsíðumynd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder