Innanlands

At enda funnu tey arvingar til hálva føroyingin

DR1 leitaði m.a. í Føroyum eftir ‘krígsbarninum’ Ernst, sum hevði føroyska mammu

(Skíggjamynd: DR)

(Skíggjamynd: DR)

2022-03-22 12:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmarks Radio vísti í gjárkvøldið eina sending í røðini “Forsvundne Arvinger”. Talan er um eina røð, har sjónvarpsstøðin hjálpir advokatum at leita eftir arvingum til fólk, sum eru deyð uttan at nakar arvingi hevur givið seg til kennar.

Sendingin ‘Krigsbarnet’ í gjárkvøldið snúði seg um Ernst, sum doyðií fjør, 75 ára gamal.

Ernst átti ongi børn, og bústjórin hevði ikki funnið fram til nakran, sum kundi arva tað, ið lá eftir hann, millum annað fyriui søluna av húsunum, hann búði í.

Í sendingini verður funnið fram til, at mamman var við barn og skuldi giftast við pápanum til barnið móti endanum av krígnum. Men 21. mars doyði pápin, tá sameindu flogførini bumbaðu Shellhúsið í Keypmannahavn.

Tað vísir seg, at pápin arbeiddi fyri týskararnar undir hersetingini.

[object Object](Skíggjamynd: DR)

Í sendingini verður funnið fram til, at mamman var fødd í Føroyum, og í hesum sambandi eru tey eisini í Føroyum fyri at frætta meira um mammuna, leita eftir skjølum á Landsskjalasavninu og annars lýsa støðuna her tá undir krígnum.

Henda Johanne Christine Petersen, fødd Andreasen, er dóttir Andreas Marius Andreasen, vanliga nevndur Seglmakarin, og konuna Maren Sofie í Havn. Johanne Christine doyði í 1965.

Umframt at lýsa føroysku støðuna undir krígnum, nemur sendingin eisini við umstøður, sum snúgva seg um kollaboratørar, landasvíkjarar, undir krígnum og støðuna hjá týska minnilutanum í Suðurjútlandi eftir kríggið.

Tað eru bert eftirkomarar og systkin, sum kunnu arva. Og eftir langan umveg fann sendingin fram til ein arvinga. Hvussu verður ikki avdúkað her.

Sendingin sæst á heimasíðuni hjá Danmarks Radio 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder