Innanlands

At lesa búskaparfrøði gevur spennandi starvsmøguleikar

Jógvan arbeiðir sum fíggjarfrøðingur hjá Bakkafrosti, meðan Jón ætlandi fer at arbeiða við makrobúskaparligum greiningum. Felags fyri teir er, at teir hava tikið bachelorprógv í búskaparfrøði á Setrinum

2022-06-29 18:50 Author image
Innsent
placeholder

Fyri seks árum síðani byrjaði fyrsti árgangurin av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, ein av hesum næmingum var Jógvan Zachariasen úr Streymnesi. Í fjør – fimm ár eftir lestrarbyrjan – tók Jógvan Zachariasen kandidatprógv í grannskoðan (cand.merc.aud) á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn (Copenhagen Business School).

Kandidatútbúgvingina tók Jógvan sum fjarlestur úr Føroyum, har hann hevði lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrosti á Glyvrum. Í dag er hann í føstum starvi hjá Bakkafrosti, har hann millum annað ger uppfylging upp á fíggjarligu gongdina í ymsu pørtunum av virkseminum hjá føroyska alirisanum.

Jón Arge taldist millum tey lesandi, sum byrjaðu at lesa búskaparfrøði á øðrum árganginum við upptøku í august 2017. Á Setrinum var Jón síðsta lestrarárið eisini hjáundirvísari hjá fyrsta árs lesandi. Fyrst í juni 2022 – sløk fimm ár seinni – stóð Jón við kandidatprógvi í hondini frá Universitetinum í Lund í Svøríki og ætlar sær nú at arbeiða við samfelagsbúskaparligum greiningum. Lund hevur fleiri ferðir heitt á Jón um at søkja um upptøku á teirra Ph.D. lestri, men hann ynskir fyrst at arbeiða næstu tíðina.

Á 3 ára bachelorútbúgvingini í búskaparfrøði & virkisfrøði á Setrinum finnast bæði virkisfrøðiligar lærugreinir sum roknskaparfrøði, virkisstýring, fíggjarstýring, strategi og vinnurætt, og eisini búskaparfrøðiligar lærugreinir sum mikro- og makrobúskaparfrøði umframt støddfrøði, hagtalsfrøði og økonometri. Harumframt eru vallærugreinir í eitt nú CSR, alivinnubúskapi og spælteori.

Sostatt kundu bæði Jógvan og Jón fylgja sínum hugi til hægri lestur við at taka kandidatprógv á rættiliga ymiskum útbúgvingum í Keypmannahavn og Lund. 

Freistin at søkja inn á bachelorútbúgvingina á Setrinum við lestrarbyrjan í august er nú fríggjadagin tann 1. juli 2022. 

Kunningarskriv frá Fróðskaparsetrinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder