Komandi mikukvøld fer deyvatulkurin Edny Poulsen at innleiða sýningina av filminum “CODA”, sum Filmsfelagið fer at vísa.
CODA er stytting fyri Child of Deaf Adults. Karmurin um filmin er deyva húskið Rossi í útróðrarumhvørvinum Glouster í Massachusetts, har Ruby (Emilia Jones) er hin einasta, ið hoyrir.
Mamman er Marlee Matlin, sum í veruleikanum er deyv, og í 1986 vann Oscarvirðislønina fyri fyrsta leiklutin á filmi, tá hon var Sarah í ”Children of a Lesser God”.
Nýggi filmurin “CODA” er upptikin á somu leiðum, sum hin meistarligi “Manchester by the Sea” (2016), sum Filmsfelagið fyrr hevur sýnt.
Tá útróðurin hjá Rossi og teimum ikki gongst eftir vild, verður tilveran hjá Ruby trupul. Nú skal hon velja millum antin at verða heima og hjálpa trongda húskinum, ella fara at lesa tónleik, sum hon altíð hevur droymt um.
Deyva Marlee Matlin vann fyri 35 árum síðani Oscarvirðisløn fyri sín leiklut í filminum ”Children of a Lesser God”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald