Mentan

At veva klæðir úr ull

Fyrilestur á Húsarhaldsskúlanum mikukvøldið

2024-09-02 17:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Svenski vevlærarin Gunnel Andersson heldur áhugaverdan fyrilestur við heitinum “At veva klæðir úr ull” á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík mikukvøldið 4. september kl. 19.30.

Gunnel Andersson er svensk. Hon hevur í nógv ár starvast sum vevlærari, og hevur meistaraprógv í veving. Somuleiðis er Gunnel partur av teirri sterku vevtraditiónini í Svøríki, har vevumhvørvi og vevskúlar hava megnað at geva børnum, ungum og vaksnum so stóran íblástur, at veving sum handverk og listahandverk hevur havt stóran framburð í tráð við tíðarandan, har fokus er á burðardyggleika, og stuttflutta rávøru og framleiðslu.

Gunnel Andersson leggur í sínum arbeiði høvuðsdent á at veva ymiskar kvalitetir, sum hóska væl at nýta til klæðir. Í fyrilestrinum fer Gunnel at røða um og vísa vovin klæðir úr ull og øðrum tilfari, tógvi, litum og mynstrum.

Sum ein kreativur skúli har næmingar hava møguleika at útfolda síni skapandi evni og ein skúli, sum eisini hugsar grønt og burðardygt, fegnast vit á Húsarhaldsskúla Føroya um møguleikan at hoyra um arbeiðið hjá Gunnel Andersson.

Fyrilesturin á Húsarhaldsskúla Føroya er almennur og ókeypis

Fleiri upplýsingar um Gunnel Andersson eru á www.textilatradar.com 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder