Innanlands

Átakið Fólkafundurin verður nú tikið uppaftur

Ætlandi verður fundurin hildin í Runavík í heyst - síðst í september/oktober. Fólkaræðislig røkt er bulurin í átakinum, boða fyriskipararnir frá

Ólavur í Geil, fyriskipari, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Runavíkar kommuna og fyriskipararnir handan Fólkafundin eru vorðin samd um at endurreisa væl umtókta Fólkafundin, sum annars var hildin í árunum frá 2012 til 2015. Nógv hava vilja tikið tað upp

Ólavur í Geil, fyriskipari, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Runavíkar kommuna og fyriskipararnir handan Fólkafundin eru vorðin samd um at endurreisa væl umtókta Fólkafundin, sum annars var hildin í árunum frá 2012 til 2015. Nógv hava vilja tikið tað upp

2024-03-19 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Átakið Fólkafundurin verður nú tikið uppaftur. Ætlandi verður fundurin hildin í Runavík í heyst. Fólkaræðislig røkt er bulurin í átakinum.
 
Runavíkar kommuna og fyriskipararnir handan Fólkafundin eru vorðin samd um at endurreisa væl umtókta Fólkafundin, sum annars var hildin í árunum frá 2012 til 2015. Samfelagið er nógv boytt hesi árini síðan seinasta Fólkafundin, og áhugi er fyri, og fleiri áheitanir eru komnar, um at taka Fólkafundin uppaftur, og ætla vit at ganga hesum á møti. 
 
Endamálið við Fólkafundinum er framvegis hitt sama. Tað snýr seg um fólkaræðisligt orðaskifti millum fólk, feløg og myndugleikar – eisini um at styrkja nærdemokratiið.
 
- Sum sagt hava feløg longu sýnt áhuga fyri at luttaka, og longu nú er ein fyrilestur um kommunala bygnaðin í Føroyum settur á skrá, sigur Ólavur í Geil fyriskipari.
 
Runavíkar kommuna verður karmur um Fólkafundin, og kommunan fer sjálvandi at vísa seg frá sínari bestu síðu í døgunum 27. og 28. september/ 4.- 5. oktober í Bylgjuni við Løkin. At kommunuval verður hildið í Føroyum hin 12. november í ár, er hartil ein týðandi leikari í fyrireikingini.
        
-Vit eru ómetaliga glað fyri at Fólkafundin aftur verður fyriskipaður. Føroyar hava til eina og hvørja tíð tørv á, at fólkaræðið verður styrkt við slíkum átaki, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
 
Meira verður at frætta um Fólkafundin í næstum.

Runavíkar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder