Innanlands

Átakseindirnar á tvørfakligum skeiði á Sløkkiliðstøðini í Havn

Endamálið er at styrkja tvørfakliga samstarvi. Samanlagt 22 fólk frá sløkkiliðnum, løgregluni, sjúkraflutningstænastuni og Landsverki luttaka

Útgangsstøði verður tikið í hendingum í tunlum, sum jú fyllla nógv í Føroyum (Mynd: torshavn.fo)

Útgangsstøði verður tikið í hendingum í tunlum, sum jú fyllla nógv í Føroyum (Mynd: torshavn.fo)

2024-02-27 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sløkkilið, løgregla, sjúkraflutningstænasta og Landsverk eru í dag og í morgin á skeiði í tvørfakligari skaðastaðsleiðslu. Samanlagt er talan um 22 luttakarar.

Hetta skrivar torshavn.fo í dag.

Hetta skeiðið er á Sløkkiliðsstøðini í Havn, og ætlanin við tí er at styrkja tvørfakliga samstarvi millum átakseindirnar í tilbúgvingini.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Útgangsstøði verður tikið í hendingum í tunlum, sum jú fyllla nógv í Føroyum. Endamálið við skeiðinum er at luttakararnir fáa kunnleika um:

- Galdandi lóggávu, kunngerð og leiðreglur og hvussu eitt skaðastað verður skipað, - radiosamskifti, uppgávur/skyldur hjá tí einstøku átakseindini og skipan av samstarvi millum átakseindirnar.

Skeiðið endar í morgin, mikudagin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder