Innanlands

Átaluvert at landsstýrismaðurin kemur við lóg á henda hátt

Samgonguumboðini í vinnunevndini gera greitt at heimild verður latin landsstýrismanninum at stongja matstovur og skeinkingarstøð, men framyvir er neyðugt at fáa røttu heimildina til vega

(Savnsmynd: Luux)

(Savnsmynd: Luux)

2020-12-04 10:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgonguumboðini í vinnunevndini, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen taka undir við uppskotinum frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at fáa heimild við kunngerð at stongja matstovur og skeinkistøð í sambandi við koronaútbrot.

Álit kom úr vinnunevndini í gjár, og har skjóta samgonguumboðini eisini upp, at gildistíðin fyri lógina verður longd til 1. februar 2021. Hetta tí at skuldi eitt smittuútbrot komið millum jól og nýggjár er neyðugt, at lógin ikki fer út gildi á nýggjárinum.

- Tað er tískil skilabetri, at lógin fær gildi fram til 1. februar 2021. Á tann hátt fær landsstýrið eisini tíð og høvi til at fáa tær røttu smittufyribyrgjandi heimildirnar til vegar, stendur í álitinum.

Teir tríggir siga tað vera átaluvert, at landsstýrismaðurin enn einaferð kemur í løgtingið við eini lóg á henda hátt.

- Undirritaðu gera greitt, at heimild verður latin hesaferð, men skulu smittufyribyrgjandi heimildir fáast frameftir, so er neyðugt at fáa rætta lógarheimild til vega umvegis landsstýrismannin í heilsumálum.

Ein samd nevnd vísir aftur hesaferð á, at heimildin til at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av koronu farsóttini er smittuverjulóggáva, og at tað ikki er í samsvari við gott lógarsmíð at brúka matstovulógina til hetta endamál.

Meirilutin í nevndini, sum eru umboð úr andstøðuni taka ikki undir við málinum, og mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder