Mentan

Ateistisk sannføring forðaði drápsdetektivi at fylgja próvtilfarinum

Heldur fyrilestur fyri føroyingum og svarar spurningum á netinum í kvøld

J. Warner Wallace

J. Warner Wallace

2020-06-15 11:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrrverandi ateisturin og kendi amerikanski drápsdetektivurin, J. Warner Wallace, luttekur í kvøld í beinleiðis online-tiltaki, sum føroyski felagsskapurin, KFS, skipar fyri.

Wallace, sum í USA er kendur sum mest brúkti detektivurin í Dateline-undirhaldssendingini hjá NBC, har hann varð kallaður “The Evidence Whisperer”, var ein ógvuliga dugnaligur detektivur.

Eftir nøkur ár í starvi gjørdist hann sonevndur “cold case detektivur”, har uppgávan var at arbeiða við óloystum drápsmálum.

Kannaði kristnu keldurnar
Hóast hann var sannførdur ateistur, byrjaði hann sum 35 ára gamal at lesa evangeliini við detektivbrillum. Detektivar hava ávísar mannagongdir fyri at finna útav, hvat er hent í einum brotsmáli. Wallace greiðir frá: “Tá eitt mál skal loysast, hyggja vit fyrst eftir, hvat fyri próvtilfar finst í ‘rúminum’. Síðan kanna vit, hvørjar frágreiðingar eru møguligar. Til seinast meta vit um, hvør frágreiðing er mest sannlík ella gevur best meining út frá próvtilfarinum.”

Hesar mannagongdir hevði Wallace í huga, meðan hann kannaði evangeliini. Út frá próvtilfarinum kom hesin dugnaligi detektivur tó til eina óvæntaða niðurstøðu: Alt bendi á, at Jesus mátti vera risin upp frá deyða. Men hansara ateistiska sannføring loyvdi ikki hesi frágreiðing.

Wallace greiðir frá: “Eg trúði ikki uppá, at nakað yvirnatúrligt var til, og tí var ein uppreisn ikki møgulig í mínum hugaheimi. Men so spurdi eg meg sjálvan: Hvat snýr hendan kanningin seg um? Hon snýr seg um, hvørt ein yvirnatúrlig hending sum uppreisnin kann vera ein sannlík frágreiðing ella ikki. Sum detektivur kann man ikki hava sum útgangsstøði, at yvirnatúrligar hendingar ikki skulu vera ein partur av frágreiðingini.”

Vrakaði ateismuna
Wallace skilti tá, at tað ikki var próvtilfarið, sum forðaði honum at trúgva, at uppreisnin var farin fram. Forðingin var hansara egna ateistiska sannføring, ið sum útgangsstøði ikki loyvdi nakrari uppreisn. “Eg skilti, at tað einasta, sum var í vegin millum meg og kristnu frágreiðingina, var eg sjálvur.”

Fyri at fylgja próvtilfarinum valdi Wallace tí at vraka ateismuna og taka við kristnari trúgv.

Fyrilestur og Q&A í kvøld
Í kvøld kl. 20 fáa føroyingar møguleikan at hoyra J. Warner Wallace greiða nærri frá, hvussu hann kom til sína niðurstøðu. Evnið hesa ferð er tí “Kunnu vit vita, um uppreisnin hendi?”

Fyrst hevur J. Warner Wallace ein fyrilestur, og síðan kunnu hyggjarar senda spurningar inn. Leinkja til stroymingina verður at finna ovast á www.portal.fo frá kl. 19. Eisini verður leinkjan at finna á Facebook-síðuni KFS Føroyar.

Tíðindaskriv frá KSF Føroyar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder