Uttanlands

Atgongd til Die Welt avmarkað í Russlandi

Heimasíðan hjá týska miðlinum Die Welt legst nú afturat teimum vesturlendsku miðlunum, sum russisku myndugleikarnir hava avmarkað atgongdina til síðan innrásina í Ukraina

Høvuðssætið hjá týska miðlasamtakinum Axel Springer, sum eigur Die Welt (Mynd: EPA)

Høvuðssætið hjá týska miðlasamtakinum Axel Springer, sum eigur Die Welt (Mynd: EPA)

2022-07-10 14:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur nú avmarkað atgongdina til heimasíðuna hjá týska miðlinum Die Welt eftir áheitan frá russiska miðlaeftirlitinum Roskomnadzor.

Sambært tíðindastovuni Reuters er tað ikki greitt, hví hetta verður gjørt, men Russiskir myndugleikar hava áður lagt vesturheimin undir at spjaða falskunning um kríggið í Ukraina, sum í Russland bert verður rópt "ein serlig hernaðarlig atgerð".

Síðan innrásina 24. februar hevur Russland avmarkað atgongdina til fleiri miðlar, harímillum BBC, Voice of America, og Deutsche Welle.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder