Uttanlands

Atkvøða um abort í Kansas

Fyrsti statur har borgararnir skulu taka støðu til fosturtøku eftir at hægstirættur ógildaði “Roe v. Wade”-dómin

Myndin er frá eini gongu fyri fosturtøku í Miami, Florida, herfyri (Mynd: EPA)

Myndin er frá eini gongu fyri fosturtøku í Miami, Florida, herfyri (Mynd: EPA)

2022-08-02 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá borgararnir í Kansas í dag fara á val, undanval til miðskeiðisvalini í november, skulu tey eisini taka støðu til ein annan spurning: Rættin til forturtøku.

Harvið verður Kansas tann fyrstu staturin, har borgararnir skulu taka støðu til abort-spurningin, eftir at hægstirættur í USA í juni ógildaði slóðbrótandi dómin kallaður “Roe v. Wade” frá 1973.

Dómurin tryggjaði, at ongin amerikanskur statur kundi taka rættin til fosturtøku frá kvinnum.

Í løtuni er fosturtøka lóglig í Kansas fram til 22. viku.

Um meiriluti er fyri at broyta rættin til fosturtøku, verður tað upp til politikararnar í Kansas – meirilutin er republikanskur – at gera av, hvørjar lógir skulu setast í gildi í statinum, skrivar dr.dk við Reuters sum keldu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder