Nú er greitt, at vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu verður 15. juni. Tá skulu borgararnir í Tvøroyrar kommunu taka støðu til málið.
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá klokkan 10 til klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Valnevndin sigur, at veljarar, ið sambært vallistanum lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 14. juni 2024.
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 611085, í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024 klokkan 12.
Valkort verða ikki send út, í samband við vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Veljarin møtir á valstaðnum, hevur samleikaprógv við og kann tað síðan verða eftirkannað, um veljarin stendur á vallistanum.
Øll tey, sum á valdegnum eru fylt 18 ár og eru skrásett í kommununi, hava valrætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald