Uttanlands

Atkvøddi fyri epidemilógini: Størsti feilur eg havi gjørt

Formaðurin í danska flokkinum Liberal Alliance atkvøddi í vár fyri epidemilógini, sigur, at tað var ein feilur, at geva einari stjórn so stórt vald

Alex Vanopslagh

Alex Vanopslagh

2020-11-07 19:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Føroyum kom tað ikki har til, at ein epidemilóg varð samtykt í vár, tá korona byrjaði at herja kring heimin, men tað tað bleiv hon í Danmark.

Og tað var eitt stórt mistak, heldur formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh.

- Størsta mistakið, eg havi gjørt í mínari lutfallsliga stuttu tíð í politikki, var at atkvøða fyri epidemilógini hjá stjórnini. Tað var ein yvirreaktión og serstakliga óneyðugt at geva stjórnini so stórt vald, og so víðar heimildir, skrivar hann í einum Facebook-uppslagi.

Hann tekur avlívingina av minkavinnuni sum dømi, og lýsir tað sum ein tann mest víðgongda politiska avgerð í longri tíð.

- Mánakvøld fær stjórnin boð um mutatiónina, og tekur tá avgerð um at øll vinnan skal avlívast. Tað verður gjørt uttan nakra innblanding av fólkatinginum.

Alex Vanopslagh skrivar, at tíðindafundur var mikudag, og nakrar tímar áðrenn vóru floksformenninir kunnaðir umvegis Skype.

- Einki skriftligt tilfar, onga fyrireikingartíð, ikki møguleika fyri at lesa kanningarúrslitini og váðametingarnar ella at taka serfrøðingar uttanifrá uppí og seta kritiskar spurningar.

- Tað ringasta av øllum er, at vit sjálvi atkvøddu fyri at geva stjórnini so víðar heimildir, og so stórt vald við epidemilógini. Og sjálvandi megnar stjórnin ikki at hava so stóra makt, og standa fyri freistingini, at lata vera við at hava fólkatingið við.

- Vit gjørdu eitt stórt mistak í var við at geva stjórnini so víðar heimildir. Tað skulu vit fáa í rætt lag við nýggju epidemilógini, sigur Alex Vanopslagh.

Alt Facebook-uppslagið hjá danska floksformanninum sæst her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder