Italia hevur leingi verið eitt umbiðið ferðamál hjá føroyingum, og tí fegnast vit um, at Milano nú verður partur av rutunetinum hjá okkum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Við nýggju rutuni verður bæði lættari og skjótari hjá føroyingum at uppliva eitt av mest spennandi økjunum í Evropa. Milano er næststørsti býur í Italia og hevur eina ríka søgu.
Hetta sæst í mongu søguligu bygningunum og mentanarligu upplivingunum í býnum.
Frá Milano er lætt at ferðast víðari til fleiri av kendastu ferða málunum í Italia.
Lake Garda og Lake Como
Nýggja rutan gevur føroyingum møguleika at vitja nakrar vakrastu nátturuperlunum í Italia, Lake Garda og Lake Como.
Har bíða stórsligin fjallalandsløg, hugnaligir smábýir, framúrskarandi matupplivingar og eitt fjølbroytt úrval av frítíðarvirksemi.
Italia hevur okkurt at bjóða øllum aldursbólkum.
Sølan byrjar 17. september 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald