
Fyri næstan fýra vikum síðani kom ein eykajáttan ígjøgnum í løgtinginum. Hon var til Atlantic Airways og Vága floghavn, ið hava havt eitt sera tungt ár orsakað av koronastøðuni.
Atlantic Airways fekk játtað 100 milliónir krónur úr landskassanum - Vága Floghavn 15 milliónir krónur.
Kringvarpið skrivar, at feløgini hava nú fingið pengarnar úr landskassanum, og at teir eru farnir í feløgini sum partapengingur.
- Partapeningurin í Atlantic Airways er inngoldin við kursinum 10.000. Har er partapeningurin nú 104,5 milliónir krónur.
- Í Vága floghavn er kursurin 100, og har er partapeningurin nú 508,5 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald