Fremsta endamálið hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum, og í ár ber til at flúgva til meira enn 10 ymisk ferðamál í Evropa beinleiðis úr Føroyum. Seinni hendan mánaðin fer eisini at bera til at ferðast vestur um hav við føroyska tjóðarfelagnum, tá farið verður undir beinleiðis flúgvingina til New York.
Tilgongdin at sleppa at flúgva beinleiðis úr Føroyum til New York hevur verið sera drúgv. Nógv ymisk loyvi skulu til, og nógv krøv skulu uppfyllast, og tekur hetta sera langa tíð at fáa upp á pláss. Harafturat fingu ætlanirnar um beinleiðis flúgving til USA eitt skot fyri bógvin, tá koronufarsóttin legði mestsum alla flogferðslu í heiminum lamna í langa tíð.
- Í hesum umfarinum komu endaligu loyvini ikki undir land fyrr enn í mai mánað í ár. Hóast hetta var heldur seint, tá hugsað verður um sølutíðarskeið við fyrstu flogferð longu tríggjar mánaðir seinni. Vit valdu tó at seta sjey ferðir aftur og fram til sølu. Áhugin fyri sjálvari flúgvingini úr Føroyum til New York hevur annars verið sera stórur, men tíverri vísir tað seg ikki at vera grundarlag fyri øllum sjey túrunum, so vit hava verið noydd at tillaga flúgvingina og taka harvið tveir teir seinastu túrarnar av skránni soleiðis, at vit flúgva fimm ferðir til New York í heyst, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sum leggur afturat, at orsøkirnar til, at sølan ikki hevur gingið sum vónað, helst eru nógvar.
- Av tí at endaligu loyvini komu so seint, komu túrarnir seint til sølu, og tá hava fólk longu lagt aðrar ætlanir fyri summarið og heystið. Eisini høvdu vit júst um sama mundið, sum New York rutan varð sett til sølu, selt meira enn 10 full flogfør til Berlin, og tað hevur heilt víst eisini havt sína ávirkan, sigur hon, men leggur tó dent á, at USA er ein sera spennandi marknaður, sum fer at taka tíð at byggja upp, og ætlanin er at flúgva beinleiðis til New York eisini næsta heyst.
Innanlands
Atlantic Airways tillagar fráferðirnar til New York
– Vit hava verið noydd at tillaga flúgvingina og taka harvið tveir teir seinastu túrarnar av skránni soleiðis, at vit flúgva fimm ferðir til New York í heyst, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
(Savnsmynd)
2023-08-10 13:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald