Atlantsflog situr ikki líka tungt á flúgvingini millum Føroyar og Ísland, sum føroyska felagið hevur gjørt.
Atlantsflog tekur nú avleiðingarnar av kappingini frá Icelandair.
- Vit eru noydd til at taka atlit til veruleikan, sum hann er. Tá vit vóru einsamøll á marknaðinum loysti tað seg hjá okkum at flúgva til Íslands um veturin. Við teimum størru flogførunum gjørdist tað eitt sindur verri, og við kappingini vit hava fingið frá Icelandair, ið brúkar smærri flogfør á rutuni, loysir tað seg ikki hjá okkum at flúgva so ofta um veturin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, men leggur afturat.
- Vit flúgva framvegis fyri Føroyar, og hava ongar ætlanir um at støðga við at flúgva upp á Ísland.
Í løtuni flýgur Atlantsflog til Íslands og aftur tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag.
Frá 23. oktober verður farið niður til einans ein túr um vikuna. Yvir til Íslands fríggjadag og aftur í Vágar mánadag. Soleiðis verður flogið til 14. desember.
![]()
- Vit flúgva framvegis fyri Føroyar, og hava ongar ætlanir um at støðga við at flúgva upp á Ísland (Savnsmynd: jn.fo)
Ongin flúgving á hávetri
Síðan verður ongin íslandsflúgving til 25. januar.
Frá 25 januar til 8. februar verður flogið tvær ferðir um vikuna aftur og fram.
- Hetta er í sambandi við onkur tiltøk, sum eru, upplýsir Jóhanna í Bergi.
Eftir tað verður flúgvingin aftur niðurløgd til 19. mars tá flúgvingin verður tikin upp aftur við ferðum aftur og fram mánadag og fríggjadag.
3. mai fer túratalið so upp í tríggjar um vikuna, tá møguleiki verður at ferðast mikudagar eisini, og tann ferðaætlanin er galdandi alt næsta summar.
Icelandair skrúvar upp
Kappingarneytin, Icelandair, hevur hinvegin skrúvað upp fyri flúgvingini við sínum smærru Dash propellflogførunum.
Hetta fram til 27. september verður flogið fimm ferðir um vikuna millum Keflavík og Vágar, mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.
Síðan verður farið niður í fýra ferðir um vikuna í tríggjar vikur og so tríggjar ferðir um vikuna frá 19. oktobertil 30. apríl.
3. mai flýgur Icelandair aftur fýra ferðir um vikuna, og frá 31. mai og restina av summarinum verður flogið seks ferðir um vikuna. Tað er bara mánadag, at tað ikki verður flogið komandi summar.
![]()
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / FaroePhoto)
(Tekstur rættaður kl. 18.05)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald