Uttanlands

Atlantic Petroleum fær stóra bót

Felagið hevur fingið størstu bótina, danski keypsskálin hevur givið higartil, tí felagið fleiri ferðir hevur brotið reglurnar, ið eru galdandi fyri keypsskálan

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-09-03 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Oljufelagið Atlantic Petroleum hevur fingið støstu bótina, sum danski keypsskálin higartil hevur givið. Orsøkin er, sambært Kringvarpinum, at felagið fleiri ferðir hevur brotið reglurnar, sum eru galdandi fyri keypsskálan.

Atlantic Petroleum skal gjalda 181.108 krónur í bót, og heldur felagið fram at bróta reglurnar, kann avleiðingin verða, at tað verður tveitt úr keypsskálanum.

Forstjórin í Atlantic Petroleum, Mark T. Højgaard, viðgongur í einum telduposti til danska miðilin Berlingske Business, at mistøk eru gjørd.

–  Felagið viðurkennir, at tað eitt skifti í fjør hevði avbjóðingar, tá ið ráddi um at boða keypsskálanum frá rættstundis. Felagið hevur tikið átaluna og bótina til eftirtektar, sigur Mark T. Højgaard.

Eisini sigur forstjórin, at mannagongdirnar eru broyttar. Atlantic Petroleum fekk nýggjan stjóra 24. mai, og nýggj nevnd varð vald 25. juli.

Avgerðin um at geva Atlantic Petroleum bót varð tikin 25. juni.

Dagførd kl. 12.08

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder