
- Atlantic Rhapsody er fyrsti føroyski spælifilmurin við føroyskum leikstjóra og framleiðara og er tí ein grundarsteinur í føroyskari filmsgerð. Filmurin fekk góða móttøku uttanlands og er við tíðini vorðin fólkaogn.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari um Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Tórshavn. Serstaki filmurin varð gjørdur í 1989 og givin út tíðliga í 1990 og fór fram í føroyska høvuðsstaðnum. Hann vann "Preis der nordischen Filminstitute, Nordische Filmtage, Lübeck 1989"
Tað var Katrin Ottarsdóttir, ið skrivaði leikritið og leikstjórnaði, og tá filmurin í morgin, hósdagin 12. mail aftur verður sýndur í Tórshavn, sigur hon nøkur orð áðrenn sýningina, og eftir sýningina verður høvi at práta við Katrina og framleiðaran, Hugin Eide.
Tiltakið verður í hølunum hjá Klippfisk á 3. hædd á Vestaru Bryggju 15, og tað er ókeypis. Byrjað verður klokkan 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald