Innanlands

Atlantsflog fær hundrað milliónir

Semja í politisku um at hjálpa almenna flogfelagnum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-23 13:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Atlantsflog fær nú eina kapitalinnspræning á hundrað milliónir frá eigaranum, Føroya Landsstýri.

Eftir at hava tryggjað sær undirtøku frá andstøðuni, skrivaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum í dag undir eitt uppskot til eykajáttan, og sendi uppskotið niðan í løgtingið.

Hetta hendi á einum tíðindafundi í Tinganesi, har Jørgen Niclasen saman við leiðsluni í Atlantsflogi greiddi frá støðuni í felagnum. Umframt 100 milliónir til Atlantsflog, var eisini ein búskaparlig innspræning til hini bæði flutningsfeløgini hjá tí almenna, Vága Floghavn, sum fær 15 milliónir í innskotspeningi og Strandfaraskip Landsins, sum fær eina minni upphædd afturat tí tey higartil hava fingið í sambandi við koronakreppuna.

- Atlantsflog var eitt sterkt og stolt felag við ársbyrjan í ár. Eftir at landið og heimurin allur hevur verið raktur av eini kreppu orsaka av korona, er Atlantsflog framvegis eitt stolt felag, men ikki so sterkt longur, og hevur tørv á at fáa tilført pengar, so at solvensurin framvegis kann vera sterkur. Tí hava vit tikið avgerð at skjóta 100 milliónir krónur í felagið, greiddi landsstýrismaðurin frá í Tinganesi í dag.

Afturgongd og hall orsaka av korona
Á tíðindafundinum greiddi Jóhanna á Bergi, stjóri, frá støðuni hjá Atlantsflog í løtuni. Sum kunnugt er felagið – eins og restin av flogvinnuni og ferðavinnuni í heiminum yvirhøvur – hart rakt.

- Tað sá ljóst út, tá árið byrjaði og vit roknaðu við at koma upp á næstan 380.000 seldar ferðaseðlar í ár. Nú koma vit helst ikki longur upp enn á 160.000 seldar ferðaseðlar, so ístaðin fyri ein vøkstur á 12 prosent, rokna við nú við, at vit bert koma upp á 53 prosent av umsetninginum í 2019, ssegði Jóhanna á Bergi.

Atlantsflog hevur í ár longu gjørt fleiri tillagingar í rakstrinum. Fólk hava verið í Als-skipanini, og heili 100 fólk eru søgd upp. Eisini eru samráðingar í gongd við at kunna latað fjórða flogfarið hjá felagnum aftur, og eisini við Airbus um at útseta ætlaðu tvey nýggju flogførini til levering í 2027/28 í staðin fyri 2023/24.

Um so er, at tamarhald kemur á koronastøðuni, til dømis við eini koppseting, so hevur felagið gjørt eina framrokning fyri útlitunum fyri 2021.

Roknað verður ikki, at felagið megnar at koma upp á 2019-støði aftur komandi ár. Ístaðin verður roknað við eini lækking á 27 prosent í mun til 2019.

Samlaða útlitið er sostatt at felagið fær eitt hall á 140 milliónir krónur í ár og 42 milliónir næsta ár, 182 milliónir krónur tilsamans.

Hundrað milliónir hjálpa væl
Tøki peningurin í felagnum, sum var 142 milliónir við ársbyrjan, verður um 24 milliónir á nýggjárinum, og kemur væntandi niður á minus 17 við ársenda 2021. Eginpeningurin minkar tilsvarandi úr 258 milliónum niður á 120 og víðari niður á 85 milliónir við ársenda næsta ár. Harvið kann væntast, at solvensurin í felagnum – bótaførið, sum er eitt týdningarmikið leiðtal – minkar úr 34 prosentum nú til 16 við ársenda næsta ár.

Tað er hesi útlitini, sum liggja til grund fyri kapitaltørvinum á 100 milliónir krónur.

Verður hetta játtað, hækka tølini tilsvarandi við 100 milliónum, og solvensurin minkar einans niður á 29 prosent, og roknað verður harvið við, at felagið kann klára seg í kappingini við tey túsundtals flogførini, sum í dag standa uttan uppgávur, og sum skulu út at finna nýggjar marknaðir, tá gongd kemur á ferða- og flogvinnuna aftur, væntandi nakað út í komandi ár. 

(tekstur rættaður kl. 20.00 viðvíkjandi upphæddini til Vága Floghavn)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder