Innanlands

Atlantsflog flýgur til sjey ferðamál í summar

Ferða- og sóttarhaldstilmælini eru linkað. Hetta fær Atlantic Airways at seta flogfør inn á fleiri rutum. Umframt Keypmannahavn, Billund og Aalborg verður í summar eisini flogið til Keflavík, Edinburgh, Oslo og til Mallora

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-14 16:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú summarið nærkast, og ferða- og sóttarhaldstilmælini eru linkað, hevur Atlantic Airways gjørt tað lætt og smidligt at keypa ferðaseðilin til summarfrítíðina í og við, at allar ferðir til 30. september 2021 kunnu broytast uttan broytingargjald, umframt at tað er møguligt at biðja um ein tilgóðarseðil upp á fullu upphæddina á ferðaseðlinum. 

Flúgva til sjey ferðamál í summar
Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til norska høvuðsstaðin Oslo í summar. Flogið verður beinleiðis til Oslo hvønn mikudag frá 16. juni 2021.

Flogið verður eisini beinleiðis til Mallorka í tíðarskeiðnum 30. juni 2021 til 18. august 2021.

Sosatt ber til at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sjey ymisk ferðamál í summar: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Keflavík, Edinburgh, Oslo og Mallorka.

Sól um veturin longu frá november
Í vetur fáa føroyingar eisini aftur høvið at flúgva beinleiðis til sólina á Gran Canaria. Tíðarskeiðið flogið verður til Gran Canaria verður framskundað, soleiðis at tað verður gjørligt at flúgva beinleiðis til sól um veturin longu frá november mánaði í ár, tá ið veðrið í Gran Canaria er uppaftur betri enn í januar og februar. Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Gran Canaria frá 2. november 2021 til 4. januar 2022. Sum nakað nýtt er eisini æltanin at byrja at flúgva til Gran Canaria frá á páskum 2022 og út ímóti summarinum.

Ferðaseðlar til Mallorka, Gran Canaria og Oslo verða settir til sølu hósdagin 20. mai 2021. Til ber longu nú at keypa ferðaseðlar til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Keflavíkar og Edinburgh.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder