Innanlands

Atlantsflog gevst at flúgva til Edinburgh

Alt Stórabretland nú vorðið reytt á koronakortinum

2021-07-20 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Atlantsflog gevst nú aftur at flúgva millum Vágar og skotska høvuðsstaðin Edinburgh.

Flogfelagið hevur boðað ferðafólkum, sum hava keypt ferðaseðil frá, at felagið gevst við flúgvingini aftur, og at seinasti túrur verður gjørdur hósdagin.

Orsøkin er koronastøðan.

Um vikuskiftið boðaði danska uttanríkisráðið frá, at alt Stórabretland nú er reytt, og tað merkir, at bert ferðafólk við viðurkenningarverdum endamáli kunnu ferðast, og tað verður eisini kravt av teimum, at tey fara í heimauppihald, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Flogferðirnar til Skotlands byrjaðu aftur fyrst í juli mánaði.

Atlantsflog vónar at koronastøðan er so mikið batnað til í heyst, at flogferðirnar kunnu takast uppaftur í oktober, sigur stjórin við útvarpið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder