Innanlands

Atlantsflog heldur fram við summarflúgvingini til Suðuroyar til Smyril kemur aftur

Tyrlan fer at flúgva tríggjar ferðir um vikuna til Suðuroyar til Smyril kemur aftur í sigling

2022-09-02 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áhugin at flúgva við tyrlu er óvanliga stórur nú Herjólfur III avloysir Smyril á suðuroyarleiðina.

Flogið hevur verið tríggjar ferðir um vikuna í summar, men í gjár, 1. september, skuldi vetrarflúgvingin koma í gildi, so tað vara bleiv flogið tvær ferðir um vikuna.

Hetta verður tó av ongum so leingi, sum Herjólfur III siglir. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur gjørt avtalu við Atlantsflog um, at tyrlan heldur fram at flúgva tríggjar ferðir um vikuna. Sostatt fer tyrlan at halda fram til Smyril kemur aftur úr dokk at flúgva mánadag, mikudag og fríggjadag, skrivr sudurras.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder