2021-06-17 08:41
Atlantsflog flýgur nú aftur til Noregs í fastari flúgving eina ferð um vikuna.
Men vesturnorski býurin Bergen er nú vrakaður til frama fyri høvuðsstaðin, Oslo.
Í gjár fór fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog úr Vágum beinleiðis til Gardemoen floghavnina í Oslo á hesum sinni.
Í Gardemoen var lítil móttøka, har floghavnin bjóðaði flogfelagnum vælkomnum sum kunda.
Flogið verður til norska høvuðsstaðin hvønn mikudag, og sum skilst er ætlanin bert at flúgva í summarhálvuni. Sambært heimasíðuni hjá Atlantsflog verður flogið hvørja viku í ár fram til 29. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald