Innanlands

Atlantsflog vendi aftur í gjárkvøldið

Ferðafólkini sluppu so heim við einum øðrum flogfari í nátt - nakað seinkað

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-07 09:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá flogfarið hjá Atlantsflog, sum skuldi lenda í gjárkvøldið um 20-tíðina var á veg til Føroya, kom ein alarmur um eitthvørt teknisk brek.

Avgjørt var tí at venda aftur til Kastrup.

- Tað var ikki soleiðis, at nakar vandi var á ferð, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Hon greiðir frá, at tey valdu at venda aftur til Kastrup heldur enn til Bergens ella Keflavíkar, tí eitt annað flogfar stóð klárt í Vágum til ein sjúkraflutning til Keypmannahavnar.

Fólkini, sum vóru við flogfarinum, sum vendi aftur, sluppu tí við hesum flogfarinum heim til Føroyar. Tað lendi í Vágum um eitt tíðina í nátt.

Jóhanna á Bergi veit ikki at siga, júst hvat er galið við flogfarinum, sum mátti venda aftur. Teknikarar frá Atlantsflog eru í morgun farnir til Keypmannahavnar at kanna flogfarið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder