Uttanlands

Atomik-vodka – fyrsta vøran frá Tjernobyl-økinum

Onki geislavirkni varð funnið í vodka, gjørt úr hveiti, ið er dyrkað nærhendis Tjernobyl

2019-08-09 09:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er aftur møguleiki at framleiða og selja landbúnaðarvørur úr økinum kring Tjernobyl, sum síðan 1986 hevur verið stongt orsaka av ógvusligu vanlukkuna á kjarnorkuverkinum har.

Talan er um eina vodka, sum er framleidd burtur úr heiti og vatni úr stongda økinum.

Vodkan eitur Atomik.

Tað er eitt granskaralið, sum hevur tikið stig til framleiðsluna gjørd úr korni, ið er dyrkað á einum garði í stongda økinum.

Granskararnir hava arbeitt í økinum í nógv ár. Tað vísir seg, at jørðin er komin fyri seg eftir ógvusligu dálkingina í 1986, sum verður mett at vera ringastu kjarnorkudálking nakrantíð.

- Tað er ikki meira geislavirkni í hesi vodkuni enn í nakrari aðrari vodka. Vit hava kannað tað. Vit hava fingið vøruna kannaða av fremstu starvsstovum, men tey hava onki geislavirkni funnið, sigur Jim Smith, professari á Portsmouth University við BBC.

Gennady Laptev, ein annar av granskarunum, sigur, at vodka-framleiðslan vísir, at jørðin kring Tjernobyl nú kann brúkast til landbúnað.

Sambært Jim Smith er talan um annað enn bert at framleiða rúsdrekka, sum mann marknaðarførast á serligan hátt.

Granskararnir vóna, at vinningurin av vodkaframleiðsluni kann hjálpa borgarum í Ukreina, sum framvegis líða undir avleiðingunum frá vanlukkuni.

Fyribils er bert tann eina fløskan av vodka framleidd. Men fólkini aftan fyri Atomik-vodka hava ætlanir um at framleiða 500 fløskur í ár. Ætlanin er, at løgurin skal seljast til vaksandi talið av ferðafólki, sum vitjar í økinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder