Innanlands

ÁTS byggir fimleikahøll í Kaldbak

Sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak varð undirskrivaður í gjár

Karstin Vang, byggifrøðingur og stjóri á ÁTS spf., Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Karstin Vang, byggifrøðingur og stjóri á ÁTS spf., Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-11-04 14:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.

Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 22.057.992 u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 17.901.926 u/mvg.

Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum. Málið varð endaliga avgreitt á býráðsfundi 29. september í ár.

Í gjár varð so sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak undirskrivaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder