Ein persónur er handtikin eftir eitt álop við knívi í suðurfranska býnum Nice. Borgarstjórin í býnum sigur, at talan er um yvirgangsálop.
Okkurt, ið kann líkjast einum yvirgangsálopi er farið fram í Nice í morgun. Álopið fór fram við Nortre Dame dómkirkjuna í miðbýnum í suðurfranska býnum.
Franska tíðindastovan AFP upplýsti fyri løtu síðani, at ein persónur hevur latið lív. Viðkomandi skal vera skorin á háls inni í kirkjuni, upplýsir ein óváttað kelda. Aðrar keldur siga, at tvey fólk hava latið lív.
Okkurt bendir á, at talan er um eina atsókn vend móti katólska samfelagnum, upplýsir nrk.no.
Borgarstjórin í Nice, Christian Estrosi, skrivar á Twitter, at talan er um yvirgang.
Orsaka av koronastøðuni, eru ikki nógv fólk at síggja á gøtunum í miðbýnum í Nice í hesum døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald