Uttanlands

Átta amerikanskir statir stevnt OpenAI

ChatGPT, sum OpenAI hevur ment, skal hava givið børnum vegleiðing um, hvussu mann ger skaða á seg sjálvan og onnur.

Mótmæli ímóti vitlíki í New York (Mynd: Michael M. Santiago/AFP/Ritzau Scanpix)

Mótmæli ímóti vitlíki í New York (Mynd: Michael M. Santiago/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-16 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Átta amerikanskir statir hava stevnt tøknirisan OpenAI.

Statirnir vilja vera við, at vitlíkisskipanin ChatGPT, sum OpenAI hevur ment, hevur givið børnum vegleiðing um, hvussu mann kann gera skaða á seg sjálvan og onnur.

Statirnir vilja m.a. hava dómstólarnar at tvinga OpenAI at tillaga mátan, sum ChatGPT virkar, tá børn brúka tað, skrivar Ritzau.

OpenAI stendur eisini ímóti fleiri øðrum rættarmálum, sum m.a. snúgva seg um, at ChatGPT hevur spælt ein leiklut í hópskottilburðum og øðrum sløgum av harðskapi.

Í november 2025 løgdu eitt amerikanskt par ChatGPT og OpenAI undir at hava verið orsøkin til, at 16 ára gamli sonur teirra tók lívið av sær. Sambært parinum hevði ChatGPT í fleiri mánaðir eggjað hann til at taka sítt egna lív. Svarið hjá OpenAI var tó, at ChatGPT ikki kundi ábyrgdast fyri hetta.

Tøknirisin hevur síðan dagført ChatGPT fleiri ferðir og kom í august við einari nýggjari útgávu til ung í aldrinum 13-17 ár, sum hevði til endamáls at verja tannáringum móti innihaldi um sjálvskaða og harðskap umframt kynsligum innihaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder