Uttanlands

Átta ár síðani álopini í Oslo og á Utøya

22. juli 2011 myrdi Anders Behring Breivik 77 fólk. Talan var um størsta hópdráp framt av einsmallum gerningsmanni í nýggjari tíð

Minnisstað yvirav Utøya - Mynd: politikken.dk

Minnisstað yvirav Utøya - Mynd: politikken.dk

2019-07-22 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22. juli 2011 fer altíð at standa sum ein sera myrkur dagur í søgu Noregs. Landið kom tá undir størsta álopið síðani 2. Veraldarbardaga, og tað kom púra óvæntað. Atgerðin hjá tí tá 32-ára gamla Anders Behring Breivik loypti eisini hvøkk á vesturheimin - uppá nakrar fáar tímar drap hann heili 77 fólk; tey flestu á oynni Utøya.

Tað byrjaði sum ein vanligur fríggjadagur í Oslo, men seinnapartin brast ein bilbumba beint við kontórið hjá táverandi forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg. Átta fólk doyði, og yvir 200 vóru særd; summi av teimum heilt álvarsliga. Hildið var at talan var um eitt yvirgangsálop, ið "bert" var ætlað stjórnarbygningini, men meðan trygdin í høvuðsstaðnum hækkaði, slapp Anders Behring Breivik sær róliga víðari. Høvuðsmálið var áleið 40 kilometrar harfrá.

Á Utøya var lega hjá ungdómsfelagnum hjá sosialdemokratiska Arbeiderpartiet. Limirnir í AUF vórðu samlaðir fyri at fáa boðini um álopi í Oslo. Hetta vóru sjálvandi skelkandi tíðindi, men heilt stutt seinni gjørdist tað munandi verri, tá ein maður í løgreglubúna byrjaði at skjóta á oynni. Við næstan 200 skotum, við einari riflu og einum pistóli, royndi høgravíðgongdi maðurin at drepa so nógv sum gjørlit, ið stuðlaðu Jens Stoltenberg, formanninum í AP, og politikkinum ið varð førdur í Noreg. Tey ungu goymdi seg ella runnu fyri lívinum, og fleiri lupu á sjógv. 

Úrslitið av hópdrápinum á Utøya var, at heili 69 fólk lótu lív. Harvið drap Breivik samanlagt 77 fólk hendan seinnapartin, áðrenn hann varð handtikin. Árið eftir varð staðfest, at norska løgreglan kundi havt steðga Breivik, áðrenn nøkur spreinging var og burdi havt verið bógv skjótari á Utøya. Drápsmaðurin játtaði seinni drápini, og greiddi frá, at orsøkin var leiðin ið Norra gekk, við millum annað størri ávirkan av Islam, og at sosialdemkratarnir og stjórnin vóru landasvíkarnir. Breivik vildi senda ein boðskap, og fyri hetta fekk hann ein dóm uppá 21 ár, ið kann verða longdur, um mett verður, at hann framvegis er ein hóttan fyri samfelagi.

22. juli og Utøya fyllur framvegis nógv - serliga í Noreg. Dagurin fer at standa fast í minninum hjá milliónum av fólki - og aftur - serliga hjá norðmonnum. Í fjør komu tveir filmar út um hendingina, 22 July (Netflix-filmur) og Utøya: July 22. Báðir hava fingið nógva viðurkenning.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder