Í Føroyum eru 21 tunlar, sum eru í nýtslu, og av teimum eru átta tunlar, sum ikki hava loftsljós, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning hjá Árna Skaale, tingmanni fyri Fólkaflokkin.
Tunlarnir, sum ikki hava loftljós eru Árnafjarðartunnilin (1965), Hvannasundstunnilin (1967), Sandvíkstunnilin (1970), Villingardalstunnilin (1979), Ritudalstunnlin (1980), Mikladalstunnlin (1980), Trøllanestunnilin (1985), og Kunoyartunnilin (1988). Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð, og fara teir allir at hava loftsljós, sigur Dennis Holm.
Árni Skaale vildi m.a. hava at vita frá landsstýrismanninum, nær tað kann væntast, at Kunoyartunnilin verður uppgraderaður við koyribanaljósi, og um har var nøkur ætlan um, hvussu verandi tunlar verða uppstigaðir, soleiðis at teir liva upp til tey krøvini, sum verða sett í dag.
Í dag er tað bert Kunoyartunnilin, sum hvørki hevur loftsljós ella neyðljós, sigur landsstýrismaðurin, sum leggur afturat, at trygdin í tunlinum ikki einans er treytað av ljósviðurskiftunum, men eisini, hvørt tunlarnir eru útgjørdir við eldsløkkjarum, neyðtelefonum, ventilatión og annað, og Kunoyartunnilin hevur fartelefonsamband og eldsløkkjarar.
Sambært landsstýrismanninum verða, eftir galdandi íløguætlan fyri 2018-2030, 20 milliónir krónur játtaðar til at dagføra Leirvíkstunnilin, og 30 milliónir játtaðar til at dagføra Kollfjarðartunnilin árini 2027-2028. Aðrar dagføringar vera ikki nevndar beinleiðis í íløguætlanini, men verða 6-7 milliónir krónur játtaðar árliga til at dagføra brýr og tunlar.
Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018-2030 verður eisini mælt til at dagføra Kunoyartunnilin, Gásadalstunnilin og Sumbiartunnilin, og einans Sumbiartunnilin er partvíst dagførdur, sigur Dennis Holm.
– Kunoyartunnilin tørvar dagføringar. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum. Samlaður kostnaður fyri dagføring er í 2018 prísum mettur til at verða 10-12 milliónir krónur uttan váðaískoyti. Dagføring av tunlum eigur at verða raðfest fremri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald