Uttanlands

Átta flokkar framvegis við í samráðingum

Roknað verður við drúgvum samráðingum áðrenn nýggj breið stjórn er skipað í Danmark

Mette Frederiksen stendur framvegis á odda fyri samráðingunum (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen stendur framvegis á odda fyri samráðingunum (Mynd: EPA)

2022-11-23 15:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, hevur enn ikki slept vónunum um at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki.

Hóast tað eru gingnar meira enn tríggjar vikur síðan fólkatingsvalið, so er tað framvegis Mette Frederiksen, sum hevur samráðingarrættin. 49 samráðingarfundir hava verið millum Mette Frederiksen og teir ymsu flokkarnar umframt tveir tema-fundir við luttøku av øllum flokkunum.

Nú hevur Mette Frederiksen so smalkað hópin av flokkum, sum samráðst verður við.

- Eftir fyrstu fundirnar og eftir útmeldingar frá Venstre í sambandi við landsfundin um vikuskiftið, er tað mín meting, at vit væl kunnu skipa eina breiða stjórn í Danmark, segði Mette Frederiksen á fundi í dag.

Hetta merkir, at nakrir av flokkunum ikki longur eru við í stjórnarsamráðingunum, skrivar Danmarks Radio.

Danmarksdemokraterne, tað er flokkurin hjá Inger Støjbjerg, meldaðu seg úr samráðingunum longu fyri fleiri døgum síðani, og í dag rýmdu so Enhedslisten og Alternativer frá samráðingunum. Nú eru so eisini Nye Borgerlige soldað frá.

Samráðingarnar halda sostatt fram við Venstre, Moderaterne, SF, Liberal Alliance, teimum konservativu, teimum radikalu og Dansk Folkeparti.

- Samráðingarnar koma at halda fram við teir flokkar, sum antin kunnu síggja seg sjálvar í eini breiðari stjórn ella í einum bindandi samstarvi við eina breiða stjórn, segði Mette Frederiksen í dag.

Sostatt er nú talan um samráðingar millum átta flokkar tilsamans. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder